Seinasta undanumfar av Ársins Songrødd 2010 verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði nú leygarkvøldið 1.mai kl. 23:30. Hesaferð er tað umboðini úr Eysturoynni, sum skulu finnast. 3 undanumfør hava verið, og hetta er sum nevnt tað seinasta, áðrenn finaluna, sum verður longu komandi leygarkvøld tann 8.mai í høllini á Hálsi, har m.a. superstjørnan úr Danmark Rasmus Seebach verður á skránni.
Men nú leygarkvøldið snýr tað seg fyrst um at finna 2 umboð, sum skulu kappast um ársins bestu songrødd í landinum. Vinnarin fær eina peningagávu áljóðandi kr. 10.000,- og arbeitt verður enn við at fáa Ársins Songrødd við á ein av festivalunum eins og í fjør.
Sum undirhald verður Martin Kjærbo, DJ-Cool á skránni við dansigentum aftur at sær.