Vælumtókta singer/songwriter kappingin verður nú aftur á Kafe Kaspar ? og sum vant við góðum vinningum.
Vinnarin sleppur í studio at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi. Harumframt hevur Kafe Kasper fingið í lag samstarv við G! Festivalin, ið bjóðar einum ella fleiri av luttakarunum á pall á ársins festivali í Gøtu. Eisini er avtala gjørd við Copenhagen Songwriters Festival 2011, har vinnarin sleppur at luttaka.
Reglugerðin er tann sama eins og í 2010. Tað ber til at melda seg til sum einstaklingur, men eisini ber til at luttaka sum tvímannabólkur. Aldursmarkið er 16 ár. Hvør luttakari/tvímannabólkur framførir trý løg, ið hægst taka 20 minuttir tilsamans. Tvey av løgunum skulu vera egið tilfar hjá tí/teimum, sum framføra.
Singer/songwriter kappingin verður hildin á Kafe Kaspar, og verður skipað við trimum undanumførum tann 2. apríl, 9. apríl og 16. apríl. Finalan verður 30. apríl. Tilmelding á kaspar@hafnia.fo ella á telefon 30 80 10. Eru spurningar um kappingina ber til at senda teir á teldupost okkara.
Hetta er sættu ferð, at kafein á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping. Øll árini hevur luttøkan verið sera góð, og nøkur av okkara fremstu tónleikanøvnum hava luttikið. Kappingin hevur virkað sum lopfjøl hjá vinnarunum Lyon Hansen, Jensinu Olsen, Brandi Jakobsen, Róki Jákupssyni Jakobsen og Kristleif Zachariassen, og eisini onnur føroysk tónleikanøvn sum Finnur Jensen, Páll Oddur Rubeksen, Høgni Reistrup, Guðrið Hansdóttir og Kári Páll Nolsøe hava luttikið.