Heiðurslønir Jan Müller jan@sosialurin.fo Heiðurslønirnar í ár fara til Ingeborg Vinther, Jonhard Mikkelsen og Annfinn í Skála og til Hans Andrias Sølvará Aftur í ár lata Sosialurin og Miðlahúsið saman við Føroya Banka ársins heiðurslønir. Hesar eru: Ársins maður, ársins kvinna og ársins kjakheiðursløn. Heiðurslønin Ársins kvinna verður í ár latin til Ingeborg Vinther, heiðurslønin Ársins maður verður latin teimum báðum, Jonhardi Mikkelsen og Annfinni í Skála, og Ársins Kjakheiðursløn verður latin til Hans Andrias Sølvará. Tað eru tvær dómsnevndir, sum hava valt hesi millum tey mongu uppskotini, sum lesarar hjá Sosialinum hava sent inn. Í dómsnevndini fyri Ársins mann og kvinnu eru: Eyðun Andreassen, formaður, Jóhanna á Bergi, Andras Róin og Esther Djurhuus. Í dómsnevndini fyri Ársins Kjakheiðursløn eru: Jóannes Dalsgaard, formaður, Karin Kjølbro, Annleyg Lamhauge og Jon Brian Hvidfeldt. Heiðurslønirnar verða latnar á samkomu í Miðlahúsinum í dag klokkan 15. Tað verður Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum fer at handa heiðurslønirnar og fara umboð fyri dómsnevndirnar eisini at greiða nærri frá grundgevingunum. Alvi Joensen og Mia Káradóttur fara at framføra tónleik á gittar og tvørfloytu. Eisini fer umboð fyri Føroya Banka at handa vinnarunum tjekk frá bankanum. Øll eru vælkomin til tiltakið. Hetta er triðja árið á rað, at Sosialurin og Miðlahúsið saman við Føroya Banka skipa fyri tiltakinum. Fyrsta árið vórðu vinnararnir Leila Solmunde, Sofus Olsen og Óli Petersen. Næsta árið vórðu teir Ella Müller, Birgir Enni og Amnesty International, Føroya Deild. Ársins kvinna Ingeborg Vinther Ingeborg Vinther fær heiðurin “Ársins Kvinna” í ár. Hon hevur sett sær spor í føroyska samfelagnum sum leiðari í føroysku fakfelagsrørsluni í meira enn 30 ár og forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í nærum 28 ár. Hon hevur víst tað treystið og seiggið, ið krevjast til at standa á odda í mongum hørðum stríði, har onnur høvdu vikið, umframt evni og innlit til at leggja lunnar undir eitt nútíðarligt fakligt innihald í føroysku fakfelagsrørsluni. Ingeborg Vinther hevur skapt sær virðing hjá lágum og høgum í føroyska samfelagnum. Ársins maður Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála fáa heiðurin “Ársins maður” fyri avrikið við verkinum Ensk-Føroysk og Føroysk-Ensk Orðabók. Hetta er størsta fremmandamálsliga avrik, gjørt er í Føroyum, og høvundarnir hava við tí givið føroyingum eitt alneyðugt og fullfíggjað amboð til samskifti út í heim, og øðrum opnar dyr inn í okkara mál, mentan og samfelag. Av sjálvbodnum arbeiði sum hesum stendst høg virðing. Ársins kjakheiðursløn Hans Andrias Sølvará Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, fær ársins Kjakheiðursløn, tí hann á djarvan, gløggan og greiðan hátt hevur víst á týdningin av einum opnum, sakligum og erligum orðaskifti í samfelagnum. Hann hevur í skrivt og talu víst á, at hóast ávís valdsviðurskifti gera seg galdandi allastaðni í einum samfelag, so er tað neyð ugt við einum almennum orðaskifti í samfelagnum. Serstakliga hevur hann víst á tann týdning, sum eitt nú rithøvundar eiga at hava í almenna orðaskiftinum. Við sínum sjónarmiðum og við sínum íkasti til føroyskt samfelagsorðaskifti hevur Hans Andrias Sølvará sjálvur mangan mint almenningin á, at fólkaræðið livir og mennist av einum fjølbroyttum almennum orðaskifti, har skilvísar grundgevingar er týdningarmesta amboðið. Hans Andrias Sølvará er tí ein tann fremsti millum teir mongu føroyingar, ið royna at menna almenna kjakstøðið við sakligum og væl undirbygdum grundgevingum og sum viðurkenna, at eitt slíkt orðaskifti er ein meginfortreytin fyri fólkaræðinum. Ingeborg Vinther fær heiðurin “Ársins Kvinna” í ár. Hon hevur sett sær spor í føroyska samfelagnum sum leiðari í føroysku fakfelagsrørsluni í meira enn 30 ár og forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í nærum 28 ár. Hon hevur víst tað treystið og seiggið, ið krevjast til at standa á odda í mongum hørðum stríði, har onnur høvdu vikið, umframt evni og innlit til at leggja lunnar undir eitt nútíðarligt fakligt innihald í føroysku fakfelagsrørsluni. Ingeborg Vinther hevur skapt sær virðing hjá lágum og høgum í føroyska samfelagnum.