Àrsins fyrstu smálomb

Ein ær í Hvalba lembdi tvey lomb á miðdegi sunnudagin

Lembing

Tá ið smálombini koma, er tað eitt víst tekin um, at nú er várið komið.
Men hendan ærin í Hvalba var kortini nakað tíðliga á veg, tí enn hevur veturin ikki slept takinum og enn kann saktans eitt nos koma við bæði kava og kulda.
Men hugalig sjón var tað kortini, tá ið Hvalbingar í góðveðrinum á miðdegi sunnudagin gingu sær ein túr ígjøgnum bygdina, tí á einum sløttum bøi vestarliga í bygdini, gekk ein ær við tveimum lombum.
Tað er ein trý ára gomul ær hjá Hartvig Hammer, sum lembdi á miðdegi sunnudagin.
So vítt, vit vita, eru hetta fyrstu smálombini í ár.
Hon átti eisini tvey lomb í fjør, men tá fór annað útav. Hetta er ein ær, sum plaga at ganga inni á Gøtum í Grímsfjalli og har er brattlendi og annað lambi er helst farið útav. Men hitt lambið var gott, tað vigaði 29 pund.
Tað er ikki við vilja, at ærin lembir so tíðliga. Tá ið brundarnir vórðu sleptir út í vetur, undraði tað eigaran, at hendan ærin vildi ikki vita av brundinum.
Men nú kom so forkláringin: Hon hevur stjolið seg fram at einum brundi í úrtíð, og her sæst so úrslitið. Myndin er tikin eina lítla løtu eftir at ærin lembdi