Ársins fótbóltsleikari í Reykjavík

Harafturat gjørdist Símun Samuelsen nummar trý sum ársins ítróttarfólk á Reykjavíkarleiðini, sum varð kosið nýggjársaftan.

 

Símun er 24 ára gamal, og hevur spælt við Keflavik síðan 2005. Hann hevur leikt 73 dystir fyri liðið í bestu deildini, og hevur tilsamans fingið 18 mál, 11 steypadystir við 4 málum og 10 UEFA dystir við 2 málum.

 

Hann gjørdist steypavinnari við Keflavík í 2006 og hevur eisini spælt 27 landsdystir fyri Føroyar.