Vikublaðið Entertainment Weekly hevur júst almannakunngjørt listan yvir bestu entertainarar í heiminum. Listin fevnir um ymiskir kendir tónleikarir og sjónleikarir, men ovast á listanum liggur rithøvundurin J. K. Rowling, mamma Harry Potter, ið er vorðin ríkari enn Elisabeth drotning.
Síðsta bókin í røðini um Harry Potter kom út í ár, umframt at 5. filmurin eisini hevði frumframsýning í biografunum í summar.
Filmsrøðin er tann røðin í søguni, ið hevur fingið flest pengar inn. Hetta var sostatt nóg mikið til at tryggja Rowling heitið sum ársins entertainari 2007.