Ársins dystur í manshondbólti í Klaksvík

(Rás2) Hoyr samrøðu við leikandi venjarin hjá Team Klaksvík, Finn Hansson um dystin ímóti Kyndli í annaðkvøld

Hondbóltsfepurin er stórur norðuri í Klaksvík í hesum døgum.

 

Team Klaksvík kann við sigri ella javnleiki á heimavølli ímóti Kyndli í badmintonhøllini í Klaksvík í  annaðkvøld klokkan 18 vinna seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini, sum hevði verið eitt stórt fet hjá unga hondbóltsfelagnum.

 

Leikandi venjarin hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson hevur dempaðar vónir, og hann undirstrikar, at hann og spælararnir hjá Team Klaksvík hava ikki gjørt nakað eyka burturúr hesa vikuna, men hava vant og fyrireikað seg júst sum teir plaga til vanligar dystir.

 

Finnur Hansson torir ikki at spáa um úrslitið í annaðkvøld, men hann væntar ein javnan og spennandi dyst.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Finn Hansson í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum Team Klaksvík-Kyndil á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.mildar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Bólkur 1 – menn

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin25139124
2Team Klaksvík25947122
3Kyndil2443682
4H71 223264-320

Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík 30-22
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 Kyndil – H71 2 27-15

Leygardagin 27.01.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – H71 2 37-17
Sunnudagin 28.01.18 kl 16.00 Neistin – Kyndil 21-17

Leygardagin 03.02.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – Kyndil
Sunnudagin 04.02.18 kl. 17.30 H71 2 – Neistin