Ársins besta asfaltarbeiði verður heiðrað

1. februar verður ársins Asfaltdagur 2018, sum Landsverk skipar fyri

1. februar verður ársins sokallaði Asfaltdagur 2018, sum Landsverk skipar fyri undir heitinum ”Gott asfalt – eitt tvørfakligt liðavrik”. Asfaltdagurin var fyrstu ferð í fjør, og undirtøkan var so mikið góð, at Landsverk aftur í ár hevur valt at skipa fyri tiltakinum.

 

Eins og í fjør verður heiðursløn handað einum asfaltliði fyri at hava framt eitt serliga dygdargott avrik í farna ári. Í fjør streyk HJ Asfalt avstað við sigrinum fyri eitt asfalteringsarbeiði í Klaksvík.

 

Har verða nógvar ymsar framløgur frá fólki, sum hava nakað at gera við infrakervið í Føroyum, og eisini verður onkur frá grannalondunum. Sum tað seinasta á skránni verður heiðursløn fyri besta asfaltarbeiði í 2018 handað.