Ársaðalfundur hjá MFS-Føroyanevnd

Mánadagin 24. september kl. 16.30 verður ársaðalfundur hjá MFS-Føroyanevnd, ið er ein eind undir Ráðnum hjá MFS. Fundurin verður í hølunum hjá Setrinum á Jónas Broncksgøtu 25 á aðru hædd.

 

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða við at gera vart við ymisk viðurskifti, ið á ein hvønn hátt ávirka lesandi. Í hálva øld hevur MFS arbeitt fyri lesandi, tískil hevur felagið drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. Føroyanevndin hevur sína kjarnu á og rundan um Setrið, og virkar fyri at betra trivnaðin hjá lesandi í Føroyum við miðvíst at varpa ljós á lestrarviðurskifti í Føroyum. Ein stórur partur av arbeiðinum verður lagdur í at skipa fyri viðkomandi tiltøkum til lesandi, boðar nevndin frá.

 

Skráin:

- Forkvinnufrágreiðing

- Val av nevnd

- Ymiskt

 

Nevndin vónar, at síggja nógv lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á aðalfundinum.