Roysningurin mest sum í stað

Ferðingin hjá roysninginum, sum varð merktur her í Føroyum, er ikki so nógv í løtuni

Roysningurin hevur seinastu tvær vikurnar fyri tað mesta hildið til inni á Reyðafirði.

Um vikuskiftið fór hann sær ein túr út av fjørðinum. Fyrsta dagin fór hann út móti Seley, uttanvert munnan av Reyðafirði. Haðani ferðaðist hann suður til Støðvarfjørð, ið liggur 15 fjórðingar sunnari, skrivar Náttúrugripasavnið á heimasíðu sínari.