Roysningurin, sum varð merktur á Sørvágsfirði fyri fýra vikum síðani, er farin at ferðast meiri, men enn heldur hann seg har vesturin á leiðini.
Fyrstu tvær vikurnar var hann fyri tað mesta inni á fjørðinum, og lá nógv uppi á landi.
Men Nátúrugripasavnið sigur, at síðan hevur hann gjørt fleiri túrar út á streymasjógv.
Í síðstu vika var hann soleiðis farin ein túr norður um Mykines.
Hesa vikuna hevur hann eisini verið fleiri longri túrar. Fyrst vitjaði hann sama øki, ið hann hevði verið fýra dagar frammanundan, tað er fimm fjórðingar norður úr Mykinesi
Síðani helt hann til á Víkum og haðani ferðaðist hann, umvegis Sørvágsfjørð, til eitt øki tveir fjórðingar suður úr Tindhólmi, har hann eisini hevur verið áður.
Ein annan dagin var hann somuleiðis vestanfyri.
Tað tykist sum um at roysningurin hevur flutt seg longur út á Sørvágsfjørð, og er farin at halda til meira við Tindhólm og har um leiðir, sigur Náttúrugripasavnið.
Á kortinum sæst, hvussu hann ferðast aftur og fram.