- Vit hava í eini 20 ár roynt at fáa politikararnar at broyta rúsdrekkalógina.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, hevur onki ímóti at rúsdrekkalógin er nú aftur sett á dagsskrá.
Hann vónar bara ikki, at tað verður ein forðing fyri málinum, at tað er andstøðan, sum leggur tað fram.
- Vit halda, at rúsdrekkalógin er tápulig, tí hon beinleiðis forðar okkum í at kappast við bryggjarí uttanlands, samstundis sum lógin gevur okkum loyvi at innflyta eina vøru, sum vit ikki hava loyvi at framleiða sjálvi.
Í uppskotinum, sum Bjørt Samuelsen hevur lagt fyri tingið, vísir hon á, at Føroya Bjór hevur slóðbrótandi ætlanir um at bryggja serstakt øl úr hvonn, tara, rabarbum og øðrum føroyskum rávøra. Eisini er føroyska vatnið serliga væl egnað til hesa framleiðslu.
Hetta váttar stjórin á Føroya Bjór.
- Smærri bryggjarí sum okkara, royna ofta at gera serlig øl við lokalari rávøru og tað er eisini ein møguleiki, vit hava, sigur hann.
Men øl er mangan sterkari enn 5,8% og hetta hámarkið ger í veruleikanum, at vit eru at kalla heilt avskorin frá at vera við í kappingini um tann útlendska marknaðin
Hann sigur, at í fyrstu syftu er Føroya Bjór áhugað í at sleppa at bryggja sterkari øl.
- Tað kunnu vit gera uttan at gera fleiri íløgur
Men tað ber eisini væl til at gera ein góðan snaps burtur úr tí, sum loypir av, tá ið øl verður bryggjað og sum annar verður stoytt burtur, sum nú er.
So at gera ein serføroyskan snaps er ein tanki, sum kanska ikki er so fjarður.
- Tað kundi verðið ein eksotiskur snapsur, sum kundi havt ein marknað í Føroyum og til útlendsk ferðafólk í Føroyum, sigur Einar Waag.
Men sum so er ongin forðing fyri at bryggja onnur sløg av rúsdrekka eisini.
Hann heldur annars, at framleiðslan er so sjálvvirkin, at hann dugir ikki at siga, í hvønn mun hetta hevði skapt fleiri arbeiðspláss á Føroya Bjór.
Les eisini greinina: Loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum.










