Fyri nøkrum døgum síðani lýsti RÁS 2 við, at Óli Breckmann, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaður, skuldi skipa fyri kjaki um hetta uppáhaldið, at Føroyar verða avkristnaðar.
Í umrøðuni varð borið fram ymiskt um rótloysi, vantandi kristni-frálæru, og árin uttan úr heimi fekk eisini skuldina.
Men man orsøkin til hetta rákið ikki vera nógv einfaldari?
Børn og ung hoyra og síggja fyri sær, at tey, sum sita á ovastu politisku rókunum, verja, at alt tað, sum kristindómurin sigur seg bera í skjøldri sínum, verður skúgvað til viks.
Tak bara boðini:
“Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg”, hetta er 1. boð.
Meirilutin á løgtingi tænir einum Gudi: Mammon.
“Tú mást ikki stjala”, hetta er 7. boð.
Meirilutin á løgtingi verjir tjóvar og skálkar.
“Tú mást ikki bera rangan vitnisburð ímóti næsta tínum”, hetta er 8. boð.
Meirilutin á løgtingi verjir lygnina.
Hetta var gamli sáttmálin. Men Jesus segði einaferð:
“Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.”
Meirilutin á løgtingi heldur hánt um samhaldsfesti og stuðlar heldur teimum, sum hugsa: “Vertin á hvat ið annar fær, eg skal nøra at mær.”
Tjúgu tingfólk mynda henda meiriluta. Ið hvussu so er helmingurin av teimum er javnan at síggja og hoyra á røðarapalli í kristiligum høpi.
At verja stuldur, lygn og mannamun er andstyggiligt.
Tað er tvífalt andstyggiligt, tá ið somu fólk ditta sær at prædika kristindóm fyri øðrum.