Royndu at selja atgongumerki svart

Tað er ikki lógligt at selja atgongumerki fyri vinning

Um vikuskiftið hevur løgreglan fráboðan um, at fólk royndu at selja atgongumerki til tónleikastevnuna, Voxbotn, á svarta marknaðinum.

 

Løgeglan sigur, at tilsamans er talan um sjey atgongumerki, fólk royndu á selja á internetinum til hægstbjóðandi.

 

Atgongumerkini til Voxbotn vóru uppi og tískil royndu nøkur at gera sær dælt av hesum við at selja atgongumerki fyri okursprís.

 

Men tað er ikki loyvt at keypa atgongumerki til ymisk tiltøk, og selja tey aftur við vinningi. Tað er heldur eingin trygd fyri, at atgongumerkini eru ektað og tí kann tað vera váði at keypa atgongumerki frá privatfólki.

 

Enn er kortini ikki greitt, hvat annars hendir í málinum, sigur løgreglan.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av Voxbotn í gjár og í nátt