At týskarar ikki eru serliga høgt í metum í Grikkalandi í hesum døgum mátti týski konsulin í grikska býnum Thessaloniki sanna, tá hann fyrr í vikuni var til eina ráðstevnu um handilssamstarv millum Grikkaland og Týskland.
Illir grikkar róptu ókvæmisorð eftir konslinum, Wolfgang Hölscher-Obermaier, og teir ídnastu royndu bæði at sláa hann og at sparka hann. Tað eydnaðist kortini ikki, tí løgreglan forðaði teimum.
Grikkar eru í øðini um sparingarnar, sum politikararnir hava samtykt, og nógvir grikkar eru av teirri uppfatan, at tað er ES og og fyrst og fremst Týskland, sum noyðir teir griksku politikararnar at góðtaka heilt órímiligar treytir aftur fyri hjálp.
-Standið saman og sparkið nasistarnar út hiðani, róptu nakrir illir menn eftir konslinum, meðan teir, sum skipaðu fyri tiltakinum, spældu marsjir frá Nazitýsklandi í stórum hátalarum.
Grikska løgreglan sigur, at umleið 300 fólk vóru við í mótmælistiltakinum.