<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Randi Larsen, lærari í Fuglafirði
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu dámar tær skíðfrítíðir?
Tú mást royna tað fyri at kunna siga nakað um tað. Nøkur halda seg ikki hava tørv á hesum, men eitt er vist, at tey flestu, ið fara fyrstu ferð, tey royna hetta umaftur. Tað er stuttligt, strævið, mennandi og fjølbroytt. Eg vil fegin hava sól og kava samstundis, og tey, ið ikki vita, hvussu gott tað er at sita í sólini og kavanum við einum heitum koppi av kakao, tey eiga at royna tað.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta nakað, fólk áttu at roynt?
Ja, so avgjørt. Sum sagt, so vita summi ikki, hvat hetta inniber, men hetta er stuttligt fyri alla familjuna.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rógvi Róin, sølustjóri hjá Kall
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu dámar tær skíðfrítíðir?
Hetta er ein fantastisk frítíð. Mær dámar tað sera væl, má eg siga. Hetta er ein øðrvísi máti at ferðast uppá. Tú ert aktivur og í frískari luft allan dagin. Tað er gott fyri ein skrivstovumann, sum situr á reyvini allan dagin. Góð avlasting.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta nakað, fólk áttu at roynt?
Ja, tað er avgjørt nakað fólk áttu at roynt, bæði ung og gomul. Familjur, sum dáma at standa á skíð, áttu at hugsa um skíðfrítíð við børnunum, tí hetta er væl egnað fyri familjur við børnum eldri enn seks ár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hermund Jacobsen, grannskoðari
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu dámar tær skíðfrítíðir?
Tað dámar mær sera væl. Hetta er ein aktiv frítíð, har tú ert í gongd allatíðina. Tú verður ómetaliga væl fyri og fær harafturat nógva motión.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta nakað, fólk áttu at roynt?
Avgjørt nakað, sum øll áttu at roynt. Um fólk ivast, so kunnu tey altíð fara á skíðskúla á staðnum, har tey so læra grunnleggjandi teknikkin. Hetta er fyri øll og hevur tú fyrst roynt tað, so fer man umaftur. Tað skal tó leggjast afturat, at hetta ikki er fyri fólk við ringum beinum, men hava tey onkran skaða í beinunum, so er hetta eisini sera góð venjing fyri at koma í gongd aftur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Óli Hansen, grannskoðari
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu dámar tær skíðfrítíðir?
Tað dámar mær ótrúliga væl. Hetta er ein aktiv frítíð, sum er strævin, men sera stuttlig. Tú fært góða venjing av hesum. Tað er eisini stuttligt at fara við einum ferðalagi, tí tú ert saman við kenningum og stendur á skíð saman við fólki á tínum egna støði. Tað hevur eisini týdning hjá mær og teimum eg havi ferðast við at lata 1000 kr. eyka, soleiðis at vit kunnu búgva væl. Hetta ger frítíðna enn betri.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta nakað, fólk áttu at roynt?
Ja avgjørt, tí hetta er so skjótt at læra. Tú fert bara á skíðskúla, og so dugir tú tað eftir heilt fáum tímum. Hetta er eisini ein túrur, sum hevði verið stuttligur fyri familjur, tí hetta er fyri øll. Hevur tú fyrst verið, so verður tú púra bitin av tí. Vit byrja longu at tosa um skíðfrítíðir í oktober, sjálvt um vit ikki fara avstað fyrrenn um mánaðarskiftið februar-marts.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tummas Nielsen, Elektron
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu dámar tær skíðfrítíðir?
Tað dámar mær ótrúliga væl. Hetta er nógv betri enn summarfrítíðir. Tað er deiligt at vera aktivur, og hetta ert tú á skíðfrítíðum. Deiligt fyri fólk, sum ikki røra seg ov nógv.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta nakað, fólk áttu at roynt?
Sjálvandi. Tey mugu ikki bíða, til tey vera ov gomul. Skíðfrítíðir er fyri øll, bæði ung og gomul, og hevur tú fyrst verið, so vísir tað seg ofta, at tú ert noyddur at royna tað umaftur. Sjálvandi eru undantøk, men næstan øll hava tað á henda hátt. Tey vera bitin av tí.










