Ein maður sum var á veg heim til Newcastle frá Mallorca, har hann hevði verið á feriu við nøkrum vinfólkum, royndi at lata hurðina upp á flogfarinum, tí at hann helt, at hann var staddur í einum flogsimulatori, sigur eitt vitni. Flogfarið fleyg í 11 km hødd. Vitnið sigur eisini, at neyðugt var at binda mannin fastan við átta selum til eitt setur, tá ið hann sló eftir vinfólki og flogternunum, sum royndu at hjálpa honum. Ístaðin gekk leiðin til Gatwick flogvøllin, har løgreglan tók mannin.
Maðurin er avhoyrdur, men enn er ikki greitt, hví hann helt, at hann var í einum flogsimulatori.
(Eftir Paula Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)









