Royndi at ógilda clearings-avtaluna

Fríggjakvøldið bleiv uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um nýggja fiskivinnulóggávu, samtykt við 2. viðgerð. Tað var tó ikki heilt uttan dramatikk.


Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, var burturstaddur í privatum ørindum, men hevði gjørt avtalu við Magna Laksáfoss, tingmann fyri Sambandsflokkin, at atkvøðugreipa til 2. viðgerð. Tað merkir, at Magni Laksáfoss ikki skuldi atkvøða til 2. viðgerð av uppskotinum, og sostatt manglaði ein atkvøða hjá bæði samgonguni og andstøðuni.


Um vikuskiftið hevur Magni Laksáfoss fingið nógvar ákoyringar fyri sín leiklut, men eisini undan tingviðgerðina var Magni Laksáfoss so mikið kroystur, at hann royndi at ógilda avtaluna.


Í mánadags-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið, verður upplýst, at tingmaðurin var so hart kroystur av egna formanni, at hann ringdi til Kristin Michelsen fyri at royna at ógilda avtaluna.


Tað eydnaðist tó ikki, og við Sosialin sigur Magni Laksáfoss, at hann sostatt ikki hevði annað val enn at virða avtaluna.


- So noyddist eg at halda fast við ta avtalu, sum eg hevði gjørt og hana standi eg eisini við, sigur Magni Laksáfoss.


Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, gjørdi longu fríggjadagin greitt, at hann var ónøgdur við atburðin hjá Magna Laksáfoss í málinum, og við Sosialin í dag, sigur hann, at málið kann fáa avleiðingar.


- Valfeløgini kring landið hava gjørt vart við hetta, men hvat tey gera veit eg ikki, sigur formaðurin, men leggur afturat, at fyri hann var hetta so stórt álitisbrot, at tað ikki bert kann skúgvast til viks.


Les meira í Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.