Katrin Dahl Jakobsen, fyrrverandi tingkvinna og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, vendir nú aftur til politikk. Javnaðarflokkurin boðar nevniliga frá, at hon aftur verður at síggja á vallistanum hjá flokkinum til komandi løgtingsval.
Tað er ein royndur politikari, ið Javnaðarflokkurin hevur fingið á uppstillingarlistan. Hon hevur drúgvar royndir sum bæði býráðslimur og løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, millum annað sum forkvinna í vinnunevndini og sum partur av formansskapinum í Løgtinginum.
Katrin Dahl Jakobsen er fødd í 1951, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin lærari og hevur starvast í Noregi og í Eysturskúlanum í Havn. Harumframt hevur hon verið virkin í barnaverndini og í Reyða Krossi.
Sambært tíðindaskrivinum frá Javnaðarflokkinum er umsorganarøkið sum heild tað týdningarmesta fyri nýggja valevnið, men eisini umstøðurnar á dagstovnum og fólkaskúlum kring landið.
Harumframt vísir hon á, at hon í sínum lærarastarvi hevur sæð eitt alsamt vaksandi trýst á bæði lærara og næming.
- Vit mugu duga betur at lurta eftir lærarunum til tess at skipa fólkaskúlan soleiðis, at hann kann lyfta felagsskapin, men samstundis møta tørvinum hjá tí einstaka. Sum heild mugu vit fáa betri tíð til menniskju. Gomul sum ung. Summi hava hug at kalla tey eldru fyri eina byrðu og avbjóðing, og so verða tey gjørd upp sum tey beru roknistykki. Tað er ósømiligt, sigur Katrin Dahl Jakobsen og leggur afturat.
- Tað gongur væl í landinum. Búskaparliga hava vit ongantíð verið so væl fyri sum nú. Men tøk mugu altíð til fyri at varðveita væferðarsamfelagið. Vit mugu tó ongantíð gloyma menniskjað burtur í skipanum.
- Eg eri sannførd um, at vit lyfta best einstaklingin, tá vit lyfta í felag. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Roynd tingkvinna vil sleppa aftur á ting

