Royna somu samgongu aftur í Havn

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin samráðast í Høllini á Hálsi í Havn um at skipa nýggja samgongu.

 

Fyri løtu síðani fóru Heðin Mortensen, Tróndur Sirgurðsson, Helena Dam á Neystabø, Bjørghild Djurhuus og Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Annika Olsen og Bogi Andreasen úr Fólkaflokkinum og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum í einrúm í eini skrivstovu í Høllini á Hálsi um at skipa nýggja samgongu.

 

Tjóðveldi og Framsókn sita og bíða í einum øðrum høli í Høllini, saman við Poul Michelsen og Høgna Hoydal.

 

Tað er soleiðis greitt, at sitandi samgonga í Tórshavnar Býráð fyrst kannar møguleikan at halda fram. Samgongan hevur 8 av teimum 13 býráðssessunum.

 

Soleiðis kann Heðin Mortensen halda fram sum borgarstjóri.

 

Ein møguleiki er eisini, at Fólkaflokkurin fer saman við Tjóðveldinum og Framsókn um at skipa samgongu. Tá hevði verið mest sannlíkt, at Gunvør Balle úr Tjóðveldinum verður borgarstjóri, tí hon er fyrst vald á Tjóðveldislistanum.

 

Annar møguleiki er, at Tjóðveldi bjóðar Anniku Olsen borgarstjórasessin. Tað krevur, at tríggir flokkar, helst Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn ganga saman. Tað hevði verið ein samgonga við 7 býráðslimum, 5 kvinnum og 2 monnum:

 

Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal, Turið Horn, Bergunn Kass, Annika Olsen, Bogi Andreasen og Jákup Dam.

 

Enn er ikki greitt, um samráðingarnar millum sitandi samgongu bera á mál. Lagið tykist gott á fólki – men eina slík nátt vita vit, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Men greitt er, at áðrenn fólk fara at leggja seg, man nýggja samgongan verða skipað.