Royna framvegis at fáa Norrønu at sigla til Hetlands

Tað er púra ørt at sigla beint framvið Hetlandi, uttan at leggja at landi

Hetlendingar eru tiknir á bóli, nú teir heilt óvæntað hava fingið 1,45 millión krónur í vinningsbýti frá Smyril Line.

 

Hetlendingar settu slakar 50 milliónir í Smyril Line á sinni, men teir hava ikki dult fyri, at teir hava følt seg eitt sindur lumpaðar, eftir at Norrøna gavst at sigla upp á Hetland.

 

Serliga hevur tað irriterað hetlendingar, at teir hava kunnað sæð Norrønu sigla tætt framvið landi á veg ímillum Danmark og Føroyar.  Og teir halda, at tað er púra ørt, at Norrøna siglur beint framvið fleiri ferðir um vikuna, uttan at leggja at.

 

Shetland News vísir á, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmerk, og hetlendingar reisa enntá spurningin um tað kann nytta nakað at tosa við danskar myndugleikar um at knýta Hetland upp í ferðaætlanina hjá Norrønu.

 

Teir ásanna, at tað kann vera nakað um tað, at grundarlag er ikki fyri at sigla til Hetlands um veturin, men um summarið tykist tað sum um at tað er stórur eftirspurningur eftir eini rutu til Hetlands.