Skúlaskapur
Viðareiði: Tað er eitt prinsippmál, at Viðareiðis Kommuna ikki vil betala fyri savnsrøktina á skúlanum.
Tað sigur Jógvan Nybo, borgarstjóri.
Sum sagt í aðrari grein her í blaðnum, vil Viðareiðis Kommuna ikki betala 2.600 krónur til savnsrøktina og tíansheldur er undirvísingin í skúlanum skerd.
Men hetta er ikki av tilvild, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at bygdaráðið hevði fund fyrr í árinum og har varð einmælt samtykt, at kommunan skal ikki betala fyri savnsrøktina.
?Vit halda ,at tað er ikki ein kommunal uppgáva at betala læraralønir í fólkaskúlan um so tað gera vit ikki, hóast tað ikki eru tær stóru upphæddirnar, tað snýr seg um.
Hann sigur, at tað kann heldur ikki ganga at tað almenna alsamt roynir at sleppa sær undan fleiri og fleiri útreiðslum og at leggja tær yvir á kommunurnar, samstundis sum peningur ikki fylgir við, tí kommunurnar fáa ikki størri part av kommunuskattinum, hóast tær fáa fleiri útreiðslur.
Men tað er upplýst at hetta bert skal vera galdandi til í august í ár, tá ið Mentamálaráðið skal átaka sær allar útreiðslurnar?
? Tað vita vit onki um. Tað einasta vit vita, er, at Mentamálaráðið hevur boðað frá, at ætlanin er at yvirtaka útreiðslurnar í august. Men mongum brestur ætlan, tað hava vit sæð so ofta og vit hava onga trygd fyri at tað hendir, sigur Jógvan Nybo.