Royna at trekkja tenninar úr okkum

?Tað stendur í botni í samráðingunum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá dekkarunum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli. Nú roynir fíggjarmálastýrið at trekkja tenninar úr Starvsmannafelagnum fyri at fáa frið framyvir



 

Tað eru ikki bara Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, sum eru ósamd við Fíggjarmálastýrið um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli.

Nógv teir flestu av manningini á Brimli verða limir í Starvsmannafelagnum. Og samstundis, sum nýggjur sáttmáli skal gerast um lønina hjá yvirmonnunum á Brimli, skal eisini nýggjur sáttmáli gerast við Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um lønina hjá dekkarunum á nýggja vaktarskipinum.

Men heldur ikki tær samráðingarnar ganga fyri seiði, og har stendur í botni.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at higartil er tað ikki eydnast at flyta eitt komma, ella eitt prosent í samráðingunum, so tað boðar ikki frá góðum.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at nú hevur Brimil ligið í hálvan annan mánaða, er vónloysið í Fíggjarmálastýrinum so stórt, at teir vita sær ongi onnur ráð, enn at royna at máa støðið undan fakfeløgunum.

Fíggjarmálastýrið bjóðaði í farnu viku bæði Navigatørunum og Maskinmeistarunum at gerast tænastumenn.

Og sama tilboð hava dekkararnir fingið.

? Hetta er ein roynd at trekkja tenninar úr fakfeløgunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Tað, hann sipar til, er, at tænastumenn hava ikki loyvi til at fara í verkfall.

Hann sigur, at fundur var ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið leygardagin, har spurningurin um at gera dekkararnar til tænastumenn, varð umrøddur

Men tann fundurin var ógvuliga stuttur.

? Tað tók okkum ikki langa tíð at vísa tí tilboðnum aftur, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann sigur, at hetta er so langt úti, at tað er ikki vert at viðgera. Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki til tað.

Hann sigur annars, at uppskotið um lønarhækking, sum Fíggjarmálastýrið legði fyri Starvsmannafelagið minnir um tað, sum tað legði fyri yvirmannafelagøgini.

Eftir tí, sum áður er upplýst, var tað, sum Fíggjarmálastýrið bjóðaði yvirmannafeløgunum ein lønarhækking upp á runt rokna 19,5%. Men harav skuldu 15% fara til eftirløn so at veruliga lønarhækkingin var uppá 4,5%