Royna at lokka læknar til Føroyar

Teir føroysku hjálparlæknarnir fingu ikki so stóra lønarhækking, sum teir høvdu ætlað sær. Men teir eru kortini vælnøgdir við nýggja sáttmálan

?Hetta var seinasti møguleikin. Og tíbetur gekk tað so at vit sluppu undan at seta tiltøk í verk.

Jens Andreassen, formaður í føroyska felagnum fyri hjálparlæknar, FAYL, sum stendur fyri Foreningen Af Yngre Læger, er fegin um, at tað loksins eydnaðist at fáa sáttmála í lag við Fíggjarmálastýrið hjá Landsstýrinum.

Sáttmálin hjá hjálparlæknunum gekk út 31. mai í fjør og líka síðani hava teir sáráðst við fíggjarmálastýrið við jøvnum millumbili, men heilt leingi sá svart út.

Men í hesum umfarinum loysnaði knúturin so, og seinnapartin fríggjadagin skrivaðu partarnir undir nýggjan sáttmála.

Jens Andreassen sigur, at hetta var seinasti møguleikin at fáa ein sáttmála í lag. ? Samráðingarnar hava nú vart so leingi, at vit høvdu sett okkum fyri, at fingu vit ikki sáttmála í hesum umfarinum, høvdu vit givist og vóru farnir at seta tiltøk í verk, sigur formaðurin í Føroya deildini hjá FAYL.


Lokka læknar til Føroya

Jens Andreassen sigur, at tað, sum teir løgdu stóran dent á, var at fáa ein sáttmála, sum kundi eggja læknum til at koma til Føroyar at arbeiða.

? Tað er stórt læknatrot í Føroyum og tað gongur ógvuliga strilti at fáa læknar hendavegin, tí umstøðurnar eru so nógv betri aðrastaðni.

Eitt nú eru lønin í Danmark eini 15%, hægri í Danmark enn í Føroyum, og í vissum førum er munurin enntá enn størri. Og harafturat hava læknarnir í Danmark nógv betri sømdir enn starvsfelagir í Føroyum,

í sambandi við barnaansing, bústaði o.s.fr.

Tí settu hjálparlæknarnir nógv uppá at fáa eina trivaliga lønarhæking hesuferð fyri at útjavna munin ímillum lønirnar í Danmark og í Føroyum, so at tað ikki skuldi vera ein forðing fyri at átaka sær starv í Føroyum.


Fingu ikki lønina

Men tað eydnaðist ikki hjálparlæknunum, at fáa ta lønarhækkingina, sum teir høvdu ætlað, tí landsstýrið vildi ikki víkja frá lønarhækkingini sum hini fakfeløgini hava fingið.

Men læknarnir fingu so ein trý ára sáttmála við eini samlaðari lønarhækking uppá 9,2%, omaná lønina sum var galdandi í 1998.

Sjálv grundlønin 10% frá støðinum 1. januar 1999.

Fyrst hækkar hon 3,5% við afturvirkandi kraft frá 1. juni 1999. Síðani hækkar hon 1,5% við afturvirkandi kraft frá 1. januar í ár. Síðani hækkar hon aftur 2,5% 1. juni og at enda hækkar hon 2,5% 1. juni næsta ár.

Restin av lønarhækkingini verður løgd omaná yvirtíðina og ymsar viðbøtur, sum læknarnir hava.


Fingu fleiri ábøtur

Tó fingu læknarnir fleiri aðrar ábøtur í sáttmálan, sum teir vóna kunnu verða ein gularót hjá læknum, táið teir skulu velja sær starvsstað.

Eitt nú skal ein arbeiðsbólkur við tveimum umboðum fyri Almanna-og heilsumálastýrið og tveimum umboðum fyri hjálparlæknarnar, setast at arbeiða við tiltøkum sum kunnu lokka fleiri læknar til Føroya.

Eitt nú skal bólkurin kanna møguleikarnar fyri barnaansing á Landssjúkrahúsinum, men hetta krevur tó góðkenning frá kommununi.

Samstundis skal bólkurin arbeiða fyri at geva læknunum umstøður at granska.

Men harafturat skal bólkurin arbeiða fyri at fáa avtalu í lag við Ríkissjúkrahúsi og Hovedstadens Sygehusfællesskab um, at ?turnusstørv? og ?introduktiónsstørv? í Føroyum skulu geva rætt til undirvísingarstarv.

Hetta heldur Jens Andreasen, er eitt stórt framstig.

?Turnusstarvið?, sum er 18 mánaðir, er tað fyrsta starvið hjá einum lækna eftir lidnan lestur.

Men serliga í Keypmanna havnarøkinum er tað kanska eitt ár at bíða eftir einum ?turnusstarvi?.

Aftaná tað, fer læknin í eitt ?introduktiónsstarv?, sum er fyrireikingin til tað greinina, sum læknin ætlar at serútbúgva seg í.

Landssjúkrahúsið kann bjóða ?introduktiónsstørv? í heilivági, skurðfrøði, ortopedi, kvinnusjúkum og sálarfrøði.

Triðja starvstigið hjá læknanum er undirvísingarstarvið, sum er tann størsti fløskuhálsurin í allari útbúgvingini til serlækna og tað kann bara takast uttanlands.

?Men fáa vit avtalu um, at ?turnusstarv? og ?introduktiónsstarv? í Føroyum skal geva rætt til undirvísingarstarv, halda vit, at tað er ein ógvuliga stórur fyrimunur.

? Tí, ger eitt starv í Føroyum, at tað verður lættari at fáa undirvísingarstarv, vóna vit, at tað fer at lokka yngri læknar higar.

?Turnusstarv? og ?introduktiónstarv? hjá einum lækna taka 3 - 3 1/2 ár, og kunnu vit lokka yngri læknar til Føroyar hesa tíðina, er heilt nógv vunnið, tí tað er akkurát tað, vit hava sóknast eftir, sigur Jens Andreassen.

Men skuldi tað kortini knípt at fingið fleiri læknar hendavegin, gevur sáttmálin almanna- og heilsumálastýrinum rætt til at geva læknunum eitt serligt lønarískoyti.

Formaðurin hjá yngru læknunum sigur, at sáttmálin gevur eisini læknunum rætt til fleiri skeið, enn teir higartil hava havt og tað skuldi eisini eggja læknum at komið til Føroyar, tí tað er ofta trupult hjá læknum at sleppa á skeið.


Ein millión um árið

Tummas Magnussen á lønardeildini hjá fíggjarmálastýrinum upplýsir, at tá ið allar lønarhækkingarnar í nýggja sáttmálanum, eru settar í verk, kosta tær um eina millión um árið.

Men tað veldst eisini nógv um, hvussu nógvir lækanr verða, tí í løtuni eru nógv størv ósett.

Harafturat kemur so tað, sum tað betraða skeiðtilboðið, og annað kostar, men tað er ógjørligt at meta um nú, sigur hann.