Royna at lokka fólk at keypa eina ávísa vøru

Tað er ein veksandi trupulleiki, sigur Brúkaraumboðið

 

Fjaldar lýsingar eru oftari og oftari at síggja, har roynt verður at lokka fólk at keypa ávísar vørur. Og tað verður gjørt, uttan at tað, nóg greitt, verður gjørt vart við, at talan er um eina lýsing.

Tað heldur brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir. 

Hon sigur, at tey, sum onkusvegna hava ein fyrimun av lýsa, ella at skriva um eina fyritøku, um eina vøru ella eina tænastu, skulu altíð frámerkja týðiliga, at talan er um lýsing.

Og hetta er eisini galdandi á Facebook, á øðrum sosialum miðlum, ella í einum bloggi. 

Brúkaraumboðið sigur, at endamálið er at sleppa undan fjaldum lýsingum, tí tað er brot á marknaðarføringslógina, og sum kunnu ørkymla brúkaran. 

Brúkaraumboðið sigur, at marknaðarføringslógin er greið og hon sigur, at ein sum er á sosialum miðlum skal vita, nær talan er um eina lýsing, og nær onkur bara sigur sína meining.

Høvuðsreglan er, at er talan um eina lýsing, skal tað frámerkja týðiliga. Hetta skal gerast, so tað sæst væl og virðiliga, tá man sær lýsingina ella umrøðuna.

Brúkaraumboðið mælir heilt einfalt til, at tey sum lýsa fyri onnur, skulu skriva »lýsing« ella »sølulýsing« fremst í greinini.

Brúkaraumboðið vísir eisini á, at er talan um eina mynd, ella eina lidna lýsing, skal tað síggjast beinanvegin at talan er um eina lýsing.