Leygardagin 31. mars ætla landsstýrið og Strandferðslan at gera eina roynd at lata eyguni á fólki upp fyri almenna ferðasambandinum við bussunum hjá Bygdaleiðum.
Tá verður nevniliga ókeypis at sigla við Strandferðsluni og at koyra við bussunum hjá Bygdaleiðum.
Men tað verður ikki ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í egnum bili.
Og tað er við vilja at tað er gjørt so, at tað eisini henda dagin skal kosta at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í egnum bili.
- Ætlanin er gera eina roynd at lata eyguni á fólki upp fyri møguleikanum at, sum almenna bussambandið hjá bygdaleiðum gevur fyri at ferðast ímillum bygdir og oyggjar, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum.
Hon heldur, at fólk eru kanska ikki nóg varug við hendan møguleikan, sum tað er at ferðast við bussunum hjá Bygdaleiðum.
Serliga nú prísurin og olju og bensini bara ganga uppeftir, kann tað í allar mátar verða skilagott at venja seg til at brúka bussarnar heldur enn altíð at koyra í egnum bili.
Tey fægstu brúktu bussarnar
Strandferðslan fær pening á fíggjarlógini til at gera tað ókeypis at ferðast við Strandferðsluni og Bygdaleiðum í tveir dagar um árið.
Í fjør var tað ókeypis at sigla við Strandferðsluni sama dag sum undirsjóvartunlarnir vóru ókeypis.
Royndirnar vísa, at nógv størsti ferðafólkastreymurin var frá útjaðaranum inn á meginøkið við egnum bili og at møguleikin at ferðast ókeypis við bussunum varð lítið brúktur.
Fyri at fáa fleiri fólk at koyra við Bygdaleiðum, serliga ígjøgnum undirsjóvartunlarnar og eisini fyri at fáa fleiri fólk at ferðast frá meginøkinum til útjaðaran, verður tann fyrri ókeypis ferðingardagurin í ár lagdur leygardagin, har tað ikki er ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar.