Royna at endurhýsa teimum sum skjótast

? Hava tey eina pakkatrygging hava vit skyldu til at endurhýsa teimum so skjótt sum tilber, sigur Mads Guttesen, deildarleiðari á Skaðadeildini á Brunatryggingini

Eldur er altíð vána gestur at fáa inn á gátt, og tað eru tey fægstu sum gloyma at hann hevur verið har.

Men tað ber til at tryggjað seg ímóti skaða, og vit hava spurt Mads Guttesen um hvørjar skyldur eitt tryggingarfelag hevur tá eini hús brenna.

Eftir at hava sagt okkum, at hann ikki kann úttala seg um eina serstaka sak, sigur Mads, at teirra tryggingarfelag hevur skyldu til at endurhýsa teimum sum hava verið fyri tí vanlukkuliga tilburði.

? Vit hjálpa teimum í eitt nýtt fyribilsheim, og tað gera vit so skjótt sum yvirhøvur tilber, samstundis, sum vit beinanvegin fara undir at gera til at byggja húsini uppaftur, men vit mugu sjálvandi minnast til, at tað eru nógvir lutir, sum ikki kunnu finnast fram aftur og tað fáa vit tíverri einki gjørt nakað við, sigur Mads Guttesen.

Nú er tað so stutt undan jólum, so nú eru sikkurt nógvar gávur farnar fyri skeytið, hjálpir tryggingin eisini við tí?

? Nei, ikki serstakt, men av tí at tey flestu hava innbúgvstrygging, so fellur tað innanfyri hetta, sigur Mads og vísir á, at tey í hvørjum einstøkum føri royna at gera so skjótt av sum gjørligt.

? Men tað gevur teimum ikki húsini aftur, og tey fáa heldur ikki minnini aftur, tíverri, sigur Mads Guttesen at enda.