- Tað hevur sera stóran týdning, at føroyingar ikki missa vunnin rættindi at vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi.
Tað legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, dent nú hann hitti oddamenn í altjóða olympisku nevndini.
Landsstýrismaðurin hevur verið á stórari ítróttaráðstevnu í Keypmannahavn, sum danska ítróttasambandið skipar fyri í hesum døgum. Og har hitti hann bæði Thomas Bach, forseta í IOC, og Fríðrik, krúnprins, sum er ein av nevndarlimunum í altjóða olympisku nevndini.
Saman við landsstýrismanninum var Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF. Og í práti við teir báðar IOC limirnar, umrøddu teir trupulleikarnar við føroysku luttøkuni á evropeisku juniormeistarakappingini í svimjing, sum verður í Baku í summar. Og harumframt var føroyska ynski um limaskap í IOC eisini umrøtt.
Sum tað liggur í kortunum, sleppa Føroyar ikki við í kappingina undir føroyskum flaggi, hóast vit eru fullgyldigir limir í evropiska Svimjisambandinum. Orøkin til at vit ikki sleppa við, er, at vit hava ikki olympiska viðurkenning og kappingin verður skipað eftir olympiskum meginreglum.
Bjørn Kalsø sigur í tíðindaskrivi í morgun, at hann legði dent á, alstóra týdningin av, at føroyskur ítróttur ikki missur vunnin rættindi at vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi, nú tað sær út til, at fleiri altjóða kappingar verða skipaðar við støði í altjóða olympisku meginreglunum.
Hann sigur eisini, at í næstum verður fundur ímillum løgmann og Thomas Bach, forseta í IOC, har føroyska ynski um limaskap í olympiska felagsskapinum og avmarkingarnar hjá okkum at luttaka í altjóða kappingum undir IOC eisini eru á skránni.