Seinasta vikuskiftið ætlaði Norðoya Kunningarstova at skipa fyri gongutúri av Syðradali og til Blankskála, men túrurin mátti avlýsast vegna veður.
Nú verður roynt aftur, og leygardagin kl. 13.00 verður farið úr Klaksvík. Siglt verður við Alpha Pilot til Syðradals, haðani gingið verður til Blankaskála. Gingið verður niðan á Katlarnar um Eggina og oman gjøgnum Botnin á Blankaskála.
Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri í Klaksvík, fer at greiða frá bygdini og hvussu fólk búleikaðust í bygdin fyri góðum 200 árum síðani.
Siglt verður av Blankaskála aftur til Klaksvíkar, har komið verður umleið kl. 19.00. Sjálvur gongutúrurin tekur millum tveir og tríggjar tímar.
Luttøkuprógv fæst á Kunningarstovuni í Klaksvík til leygardagin kl. 12.00 Kostnaður er 100 krónur fyri vaksin og 50 fyri børn.
Um veðrið ikki verður til vildar leygardagin, æltar Kunningarstovan at gera eina roynd sunnudagin.










