Klokkan 22:00 fór Roxette á stóra pall á Vágsbøi, og høvuðsnavnið á ársins Summarfestivali var í gongd.
Sangarinnan Marie bleiv leidd innar og sett á ein stól So byrjaði, meðan so smátt fór at skýma.
Í byrjanini tóktist, sum var tað eitt sindur trilvandi, og fólk teskaðu sínamillum, at kanska Marie ikki orkaði. Og omaná, so hvarv ljóðið tá síðsti sangurin skuldi enda.
Men spakuliga vant framúr vælspælandi bólkurin seg upp. Gamaní vóru løtur, har Marie tók lægri tónar, heldur enn at fara í hæddirnar, sum vit kenna frá útgávunum.
Men vælspælandi manningin vant seg upp, ljóðmenn funnu røttu ljóðmyndina, og eftir áleið ein hálvan tíma koyrdi alt sum tað skuldi í takt við, at skýmingin legði seg um Vágsbø.
Marie hevur stríðst við herviliga sjúku, og øll vistu, at hetta hevur verið harður dystur, ið hon er merkt av. Men viljan hevur hon. Og tá maskinan var smurd, so gekk alt sum tað skuldi, og eisini Marie vísti í ávísum løgum, at hon saktans kann.
Sjálvsagt merkir tað framførsluna, at sangarin situr niðri. Roxette spælir rock-popp. Og hendan manningin spældi avgjørt meira rock, enn popp. Men hin helvtin av sjálvum Roxette, Per, var afturfyri lívlgur á palli, saman við restini av manningini, so har skortaði onki.
Samanlagt eitt rockshow við øllum teimum mongu popphittunum, har fightarin Marie vaks við uppgávuni, so hvørt sum ljóð og tónleikur náddi hæddirnar.
Les ummæli av konsertini í Sosialinum mánadagin.
Mynd:DS