Sjálvan Jólaaftansmorgun vóru umboð fyri Ríðisamband Føroya og Føroya Ríðingarfelag á gátt hjá Hjalmari Petersen og konuni Majbritt, í nýggju húsum teirra, uppi í Hjaltarók í havn.
Men tey vóru ikki ørindaleys, tí endamálið við hesi jólavitjanini var at handa Hjalmari eina gávu, og takka honum fyri stóra íkastið hjá honum til frama fyri ríðingarítróttin í Føroyum, sigur Brandur í Dali frá Ríðisambandi Føroyum.
Í heyst legði Hjalmar Petersen frá sær sum formaður í Ríðisambandinum, aftaná at hava sitið sum formaður har síðani 1998. Hann hevur eisini verið formaður í bæði Føroyskum Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag.
Á myndini eru teir, frá vinstru, Hans V. Lútzen, Føroya Ríðingarfelag, Hjalmar Petersen, Brandur í Dali, Ríðisamband Føroya, og Rani í Dali.
|