Rossafestivalur í Vágum

Leygardagin verður gongulagskapping fyri íslandsross við flúgvarabedingina Nirði við Vatn í Vágum. Eisini onnur tiltøk verða á skránni hendan dagin

So fáa Vágar sín egna festival. Tó ikki ein tónleikafestival, uttan ein rossafestival, sum hildin verður á ríðibreytini Niðri við Vatn um vikuskiftið.
Umframt kappríðingar verða eisini onnur tiltak sum eitt nú ponyríðing fyri børn, hoppiborg, søla av kaffi, pylsum cowboyhattum og tílíkum.
Um kvøldið verður felagsbál og sangur. Jóhann Mortensen fer at halda midnáttarrøðu, og aftan á verður dansur, har Vága-Jam fara at spæla.
Kappríðingar vera sjálvandi eisini á eini slíkari stevnu. Bæði gonguglagskapping fyri íslandsross og kappríðing, har tað ræður um at vera fyrstur á mál.
Vága Ríðingarfelag, sum skipar fyri tiltakinum, sigur, at umframt tær vanligu kappingarnar, verður eisini kapping fyri old boys.
Gongulagskappingin byrjar leygarmorgunin klokkan 10.00. Klokkan 17.00 seinnapartin verður kappríðing, og tá byrja eisini hini tiltøkini, sum vera í samband við stevnuna.
Sjálv finalan í gongulagskappingini verður hildin sunnudagin klokkan 15.00, boðar Vága Ríðingarfelag frá.