Rossá vatnbrunnur burtur

Leila á Lofti hugleiðir og harmast um gamla vatnbrunnin í Fossá á Argjum, sum í summar varð javnaður við jørðina

At hjálpa mær við hesi grein havi eg fingið Sverra Mortensen, uppi á Geil og ommu mína, Dinnu Dalsgarð, á Bakkagøtu.
Í gomlum døgum var vanligt at brúka áirnar dagliga, vatnið bleiv borið inn í húsið úr nærmasta vatnbrunni, ella bleiv tunna eisini nýtt sum vatngoymsla. Taka vit áirnar frá gomlu Argjum og heimeftir kunnu vit nevna Borgá, Matará, Tváttá, Rossá og Sandá.
Í 1948 tóku nakrir Argjamenn seg saman fyri at fáa ein felags vatnbrunn til tey heimaru húsini í bygdini.
Olaf Mortensen, arkitektur, ið m. a. hevur teknað Telefonverkið og Stu-dentarskúlan, gjørdi tekningina av brunninum við Rossá umleið 1948.
Teir, ið gjørdu Rossá vatnbrunn vóru:
Niels Holm Mortensen, formaður
Andrias Mortensen (Dia)
Ólavur Dalsgarð
Jacob Pauli Joensen (Norðskála Palli)
Valbjørn Dalsgarð
Jacob Mortensen (Jáku hjá Herthu)
Kristoffur Joensen
Ole Edvard Olsen (kiosk Óli)
Hans Jákup Hansen (Kollfirðingurin)
Arnold Dam
Um hetta mundið vóru 50 hús á Argjum og 250 íbúgvar.
Avgjørt var, at gjaldast skuldi eitt íbindingargjald áljóðandi 800,00 krónur, og skuldi brunnurin geva 25 húsarhaldum vatn.
Rossá vatnbrunnur virkaði í umleið 10 ár. Nú er bygdin vaksin so nógv, Fransá vatnverkið er liðugt og tekur við í 1958, og bleiv tá Rossá vatnverkið niðurlagt.
At eg skrivi hesa greinina, hevur sjálvandi sína grund, og er hon í høvuðsheitinum mín ónøgd við, at Rossá vatnbrunnur í summar bleiv javnaður við jørðina.
Hví, kunnu so bert tey menniskju, ið ábyrgdast hesi ógerð, greiða frá. Enn syrgiligari er, at virðingin fyri tí gamla, og teimum sum stríðst hava, er so lítil.
Abbi mín, Ólavur Dalsgarð, var ein av teimum, ið gjørdi brunnin. Eins og allir hinir, so hevði hann eitt strævið lív, har var ikki nógv tíð til yvirs; men hóast tað, so stríddist hann saman við hinum argjamonnunum kvøld eftir kvøld, fyri at lætta um hjá konu og børnum.
Síðani vegurin kom út á Glyvursnes, havi eg so mangan steðgað á við brunnin bert fyri at hugsa eina løtu og við takksemi gleðast um abba og allar hinar, ið farnir eru. Brunnurin hevur staðið har sum ein partur av nýggjari søgu, uttan at vera til fortreð yvirhøvur.
Børn læra av at spyrja: »hvat er hatta?«
Taka vit allar minnisvarðar burtur, so verða tey ta vitan fátækari, vitan, ið hevði givið teimum kensluna av at vera ein partur av tí, ið verið hevur.
Skuldi eg enda hesa grein við egnum orðum, so vóru orðini til tey, ið hava ábyrgdina av hesum ógerningi: »Skamm fái tykkum so dyggiliga«. Men eg endi heldur við orðunum hjá Sverra Mortensen:
»?og soleiðis fer so mangt í gloymskunnar hav«