Roskilde festivalurin gevur milliónayvirskot hvørt ár

Festivalurin, sum í nátt takkaði fyri seg, gevur nógvar milliónir í yvirskotið. Sí listan yvir yvirskotið seinastu árini her

Í nátt spældu seinastu tónleikararnir á Roskilde Festivalinum á hesum sinni, og festivalurin sigur longu nú, at yvirskotið verður størri enn yvirskotið í fjør. Sambært Roskilde Festivalinum og Ritzau er hetta yvirskotið seinastu árini. Nógvir føroyingar fará hvørjum ári til stóra festivalin, sum í ár hevur havt framførslur frá navnframum tónleikarum sum til dømis Eminem, Bruno Mars, Nick Cave og øðrum.

 

 

Í 2017 fekk Roskilde festivalurin 16.6 milliónir krónur. Festivalurin er skipaður sum ein grunnur og yvirskotið fer hvørt ár til vælgerandi endamál. Í 2016 og 2015 var talið 17.4 milliónir krónur. Í 2014 stóð væl til, tá var yvirskotið 26.7 milliónir krónur. Í 2013 var tað 6.6 milliónir krónur og í 2012 var tað 12.8 milliónir krónur. Í 2011 var tað 19.6 milliónir krónur og í 2010 var tað 17.5 milliónir krónur. Í 2009 var tað 20.4 milliónir krónur. 

 

 

Tað hevur verið gott veður á festivalinum í ár, og eins og í Føroyum hevur veðrið stóran týdning fyri undirtøkuni. Ritzau skrivar, at góðveðrið hevur havt góða ávirkan á luttøkuna, men orsaka av hesum hava trupulleikar verið av, at nógv støv hevur ferðast á festivaløkinum, sum fyrireikarar hava roynt at bast við vatni. Í ár eins og undanfarin ár hava festivalgestir í hópatali gingið við andlitsverju, so at tey ikki anda ov nógv støv í seg.