Rosenborg hevur endurvunnið norska meistaraheitið

Fyri triðju ferð á rað er Rosenborg norskur meistari. Felagið hevur vunnið 25 meistaraheiti, sum er norskt met

Rosenborg úr Tróndheimi er norskur meistari triðja árið á rað, og fyri 25. ferð í søguni, sum er norskt met.

 

Rosenborg bleiv í dag staðfestur norskur meistari uttan at spæla, tí nærmasti kappingarneytin, Molde sum er felagið hjá Sonna Ragnari Nattestad heilkiksaði og tapti 0-1 í grannauppgerðini ímóti Kristiansund á heimavølli í Molde. 

 

Rosenborg hevur 58 stig fyri 27 dystir, og Molde hevur 50 stig fyri 28 dystir. Molde kann ikki røkka meir enn 56 stigum, og tí er Rosenborg, sum í annaðkvøld spælir á útivølli ímóti Aalesund norskur meistari 2017.

 

Rosenborg hevur áður verið einaráðandi í norskum fótbólti. Millum 1992 og 2004 vann Rosenborg norska meistaraheitið 13 ferðir á rað, sum eisini er norskt met.

 

Rosenborg vann fyrsta meistaraheitið í 1967. Seinasta hálvu øldina hevur felagið vunnið meistaraheitið 25 ferðir og norsku steypakappingina níggju ferðir. Í søguni hevur RBK, sum Rosenborg eisini verður nevnt vunnið 11 steypasigrar.

 

19. mai fylti Rosenborg 100 ár, og kom tað tí eyka væl við hjá felagnum at gerast meistari í ár.

 

Millum kendastu spælararnar hjá Rosenborg er danski áleyparin, Nicklas Bendtner.

 

Tróndheimur er størsti býurin í Trøndelag. Nógvir føroyingar kenna best Trøndelag frá søgunum hjá Johan Falkberget um Bør Børson, junior, sum búði í Oldurdalinum.