Rosenborg 206 pláss frammanfyri Víking

Skal ein taka støði í yvirlitinum yvir felagslið, sum kappast í Evropa, so er Rosenborg risafavorittur

Norska blaðið, VG hevur eitt yvirlit yvir hvat nummar tey norsku feløgini eru, sum kappast í Evropa, og hvat nummar mótstøðuliðini hjá teimum norsku liðunum eru.

 

Og sambært evropeiska felagsfótbóltsyvirlitinum, so eru nógv pláss á muni millum Rosenborg og Víking.

 

Rosenborg er nummar 146 av felagsliðunum í Evropa, meðan Víkingur er nummar 352 av felagsliðunum í Evropa. Sostatt er Rosenborg heili 206 pláss frammanfyri Víking á hesum yvirlitinum. Tó sást tó ikki nógv til hendan munin, tá Víkingur við hepni kundi fingið minst ein javnleik ímóti Rosenborg á heimavølli á Svangaskarði í fyrra dystinum, sum var leiktur í farnu viku.

 

Sambært veddingarfyritøkunum er Rosenborg risafavorittur til at vinna dystin ímóti Víkingi, sum verður á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi í annaðkvøld klokkan 18. Danske Spil bjóðar 1,02 í odds uppá sigur til Rosenborg. Danske Spil bjóðar heili 25 í odds uppá sigur til Víking. Danske Spil bjóðar 12 í odds uppá javnleik millum Rosenborg og Víking. Oddsini eru fyri úrslitið aftaná vanliga leiktíð.