Ein av størstu atfinningum er, at 58 minuttir gingu frá tí løtu, alarmsentralurin 000 fekk boðini um fiktivu tyrluvanlukkuna á Leitisvatni, inntil sløkkiliðini í ávíkavist Sørvági og Miðvági-Sandavági fingu boðini.
Funnist verður eisini at 000 fyri at lata 19 minuttir ganga, áðrenn vagtsentralurin á landssjúkrahúsinum fekk boðini um vanlukkuna. Sama er galdandi í sambandi við, at 27 minuttir gingu, áðrenn sjúkrabilurin í Vágum veruliga fekk boð um vanlukkuna. Hetta er óheppið, verður sagt í frágreiðingini.
Í lagi
Tað eru teir tríggir Jóannes Ortind, umsjónarmaður á flogvøllinum, Jógvan Jensen, sjúkrabilleiðari, og Jón Klein Olsen, varaløgreglukommiserur, sum hava gjørt frágreiðingina.
Og hóast atfinningar, er niðurstøðan í høvuðsheitum positiv. Tey, sum vóru við í bjargingarroyndini loystu sum heild ymsu uppgávunar væl undir teimum umstøðum sum vóru galdandi, sigur arbeiðsbólkurin.
Tað eru tó fyrst og fremst atfinningarnar, sum skulu gera tilbúgvingina til flogvanlukkur upp aftur betri.
Ikki í lagi
At tað skal ganga skjótari at fáa løstað fólk úr vatninum, verður ikki dult fyri.
Tað gekk ikki nóg skjótt at bjarga fólk umborð á gummibátin. 12 minuttir gingu, inntil tann fyrsti varð bjargaður, og 27 minuttir vóru farnir, tá síðsta fólkið bleiv hálað innanborðs.
Aftaná gjøgnumgongdina av venjingini og niðurstøðuna skal arbeiðsbólkurin nú koma við ymsum tilmælum. Arbeiðsætlan skal gerast saman við teimum stovnum og fólkum, sum eru tengd at bjargingararbeiðnum við flogvøllin.