Stóra fótbóltssøgan í Onglandi í dag er, at Wayne Rooney ikki fer at endurnýggja sáttmálan við Manchester United, ið gongur út um minni enn tvey ár. Dailymail skrivaði í mogun, at Wayne Rooney og Sir Alex Ferguson eru óklárir og tað er ein av høvðusorsøkinum at Rooney ikki vil leingja sáttmálan.
Í dag hevur SkySports eisini sínar keldur, ið siga tað sama. Wayne Rooney hevur verið í miðdeplinum í fjølmiðlinum síðani tað kom fram, at hann hevði verið saman við skøkjum meðan kona hansara var uppávegin.
Sambært Ladbrokes, so er Real Madrid favorittur at keypa Rooney, men Real hava avsannað, at teir fara at keypa Rooney. Nummar tvey á listanum er Manchester City, sum eru grannar og arvafíggindar hjá Manchester United. Carlos Tevez valdi undan kappingarárinum í fjør at skifta frá United til City og tað hava viðhaldsfólkini hjá Manchester United ikki fyrigivið honum fyri.
Eitt vendipunkt fyri góðu gongdini hjá Wayne Rooney kom tá hann gjørdist skaddur ímóti Bayern Munchen í Champions League í fjør. Síðani tann dystin hevur Wayne Rooney sambært SkySports bara skorað eitt mál fyri Manchester United.