Rooney á breddanum

Fótbólts heimasíðan hjá BBC hevur vanliga ein teig, teir nevna »Transfer Gossip«, men teir meta søguna um Wayne Rooney so stóra, at teir hava ein serskiltan teig, sum teir kalla »Wayne Rooney Gossip«.

 

Víst verður til The Independent sum skrivar, at Sir Alex Ferguson longu hevur fyrireikað eitt boð upp á Fernando Torres at loysa Wayne Rooney av, verður hann seldur í januar.

 

Daily Mirror skrivar, at Ferguson hevur ákært Rooney fyri at svíkja seg, samstundis sum hann váttar ynski hjá áleyparanum at sleppa burtur.

 

The Guardian sigur, at sambært Ferguson hevur United altíð stríðst fyri Rooney og hjálpt honum við persónligum trupulleikum, eins og Ferguson sjálvur hevur givið spælaranum fíggjarliga ráðgeving.

 

Daily Mirror veit eisini at siga, at Tottenham venjarin, Harry Redknapp skemtandi skal hava tikið til, at hann kundi gjørt sær dælt av støðuni og keypt Rooney.

 

Og at enda skrivar Daily Telegraph, at Chelsea kann bjóða 20 milliónir pund í januar fyri Rooney. Tað er munandi minni enn væntaðu 35 milliónir pundini, men roknað verður við, at Ferguson heldur vil haldla við Chelsea.