Wayne Rooney skal aftur á gamlar gøtur, Chelsea venjarin hevur fult álit á John Terry, sum aftur í dag gongur fremst fyri Chelsea, meðan Luis Suarez verður testaður í síðstu løtu fyri at staðfesta um hann er klárur.
Átta dystir verða í Premier League í dag. Manchester United skal reisa seg eftir 6-1 ósigurin á Old Trafford fyri grannunum, Manchester City. Bæði Nemanja Vidic og Tom Cleverley eru tøkir aftur eftir skaða, meðan Ashley Young er ivasamur.
Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson, valdi í fjør ikki at taka Wayne Rooney við til dystin á Goodison Park móti Everton, sum er felagið enski framherjin vask upp í. Mangan hevur ágangurin verið harður móti Wayne Rooney á gamla heimvøllinum og tað verður hann óiva aftur í dag.
Núverandi enski liðskiparin, John Terry, er ein umstríddur harri. Hann er í løtuni undir illgruna fyri at hava nýtt rasistiskan málburð í dystinum móti QPR og sat yvir, tá Chelsea mikukvøldið vann á Everton í Carling Cup.
Chelsea venjarin, Andre Villas-Boas, hevur verið alment frammi og stuðla liðskiparinum, umframt at hann hevur ført fram, at talan er um ein misskiljing og einki annað. Fernando Torres er tøkur aftur eftir leikbann, meðan Didier Drogba má sita yvir, eftir reyða kortið móti QPR.
Chelsea er í dysti móti Arsenal, sum hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar og tykist verða komið fyri seg. Fyri Arsenal kemur tað væl við at miðverjin, Thomas Vermaelen, er tøkur aftur eftir longri skaða.
Manchester City er á heimavølli móti Wolverhampton. Roberto Mancini hevur at kalla fult lið at velja í millum. Tað er tó sera ósannlíkt at hann fer at heita á Carlos Tevez.
Luis Suarez skoraði bæði málini, tá Liverpool mikukvøldið vann á Stoke í Carling Cup steypakappingini. Hann fór haltandi av vøllinum móti endanum og tað er enn óvist um hann verður klárur til dystin móti West Bromwich Albion, sum hevur fyrrverandi Liverpool venjaran, Roy Hodgson við róðrið.
Premier League um vikuskiftið:
Í dag:
Everton Manchester United (12:00)
Chelsea Arsenal (12:45)
Manchester City Wolves (15:00)
Norwich Blackburn (15:00)
Sunderland Aston Villa (15:00)
Swansea Bolton (15:00)
Wigan Fulham (15:00)
WBA Liverpool (17:30)
Sunnudagin:
Tottenham QPR (16:00)
Mánadagin:
Stoke Newcastle (20:00)