30 ára gamli áleyparin, sum tríggjar ferðir er kosin heimsins besti spælari, hevur ikki verið á landsliðnum síðani HM-kappingina í summar. – Eg eri ikki liðugur á landsliðnum. Eins og eg havi gjørt tað fyrr, so ætli eg mær enn einaferð at koam aftur við fleiri málum, sigur Ronaldo. Hann er annars spælarin við flest málum í HM-søguni. Nevnliga 15 av slagnum.











