Kritikkurin móti Manchester United og Ronaldo hevur annars verið harður, eftir at liðið bert fekk 2-2 javnleik á heimavølli móti Porto.
Ta ferðina vóru europisku meistaranir hepnir við at fáa javnleik, men í kvøld vóru teir ruddiliga við yvirlutan móti Porto, sum annars ongan tíð hevði tapt heimadyst móti enskum mótstøðuliði.
Sigursmálið skoraði Ronaldo tíðliga í dystinum við einum kanónskoti, og seinni høvdu bæði Vidic og Giggs stórar møguleikar at økja um leiðsluna.
Seinasta korterið legði Porto stórt trýst á, men tann heilt opni møguleikin kom ongantíð, og uppiborið kundu gestirnir fegnast um úrslitið, tá dysturin var av.
Porto-Manchester United 0-1 (0-1)
Manchester United víðari við samanlagt 3-2.
0-1: Cristiano Ronaldo, 6.









