Real Madrid vann í gjár 2-0 á Espanyol, sum hevur heimstað í Barcelona. Real Madrid, sum var uttan Cristiano Ronaldo, hevur nú vunnið 16 dystir í sponsku landskappingini upp í slag. Tað er ein tangering av metinum hjá FC Barcelona í kappingarárinum 2010/2011.
Cristiano Ronaldo var ikki í dystinum, tí hann er sjúkur eru boðini. Heldur ikki Gareth Bale var á vøllinum, tí hann fekk eitt spark í Champions League sigrinum á Sporting Lisbon í farnu viku.
Real Madrid vann dystin 2-0 við málum frá James Rodriguez og Karim Benzema. Zinedine Zidane og hansara menn hava nú vunnið 16 dystir upp í slag í La Liga.
FC Barcelona greiddi sín setning tíðliga leygardagin við 5-1 sigri á útivølli móti Leganes. Linel Messi skoraði tvey, meðan Luis Suarez, Neymar og Rafinha skoraði hini málini. Atletico Madrid vann eisini stórt. Teir vunnu 5-0 á Sporting Gijon. Antoine Griezmann og Fernando Torres skoraðu tvey í part.
Real Madrid er oddalið við fullum stigatali.
(Livescore.com)
1
4
9
12
2
4
8
9
3
4
6
9
4
4
9
8
5
4
3
8
6
4
3
8
7
4
1
7
8
4
-3
7
9
4
0
6
10
3
1
5
11
4
-3
5
12
3
0
4
13
4
-2
4
14
4
-4
4
15
4
-3
2
16
4
-4
2
17
4
-5
2
18
4
-5
2
19
4
-6
1
20
4
-5
0










