Ronaldo rýmdi av tíðindafundi

(Kykmynd) Síggj ein firtnan Cristiano Ronaldo rýma av tíðindafundi í Rom

Í kvøld klokkan 19.45 skal spanska høvuðstaðarfelagið Real Madrid spæla ímóti AS Roma í Champions League kappingini. Fyrra áttandapartsfinalan verður leikt á olympiska leikvøllinum í Rom.

 

Í gjárakvøldi var tíðindafundur, har Cristiano Ronaldo og høvuðsvenjarin, Zinedine Zidane umboðaðu Real Madrid og vóru klárir at svara spurningum frá tíðindafólkum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ein firtnan Cristiano Ronaldo rýma av tíðindafundinum. Orsøkin var, at Ronaldo fekk ein spurning um hví hann ikki hevur skorað á útivølli fyri Real Madrid síðani 29. november í fjør. Á veg út vísti Ronaldo á, at eingin annar hevur skotið so nógv mál á útivølli, sum júst hann. 

 

Áðrenn hann rýmdi av tíðindafundinum legði Ronaldo eisini upp til, at Lionel Messi ikki vildi taka brotsspark fyri FC Barcelona farna vikuskiftið, men valdi at geva møguleikan til Luis Suarez. so Suarez kann halda seg frammanfyri Ronaldo á toppskjúttalistanum í La Liga.