Ronaldo hugsar enn um Manchester

Cristiano Ronaldo vil ikki nokta fyri møguleikanum, at hann eina ferð í framtíðini aftur verður at síggja í Manchester United. – Eg fylgi framvegis við í tí, sum fyriferst í felagnum, og tú veitst jú ongan tíð, um eg í framtíðini aftur spæli fyri felagið. Tí sjálvandi sakni eg tað. Eg hevði seks góð ár í felagnum, og eg havi nógvar vinir har, sigur Ronaldo, sum tó leggur dent á, at hann í løtuni stórtrívist í Real Madrid.