Tað er ikki ov nógv sagt, tá sagt verður at føroyska fótbóltslandsliðið og Cristiano Ronaldo fylla mestum alt í Føroyum í hesum døgum.
Gravgangur er eftir at fáa atgongumerki til dystin millum Føroyar og Portugal í morgin, og gravgangur er eisini eftir at sleppa at síggja portugisisku heimsstjørnuna, Cristiano Ronaldo.
Tað hevur fylt eitt sindur í upptaktini, um Cristiano Ronaldo mundi fara at leggja nakað út frá Føroyum á teimum sosialu miðlunum, so sum Facebook, Instagram og Twitter.
Í kvøld hevur Cristiano Ronaldo havt sína fyrstu uppdatering úr Føroyum. Hóast myndin ikki vísir stórvegis av tí føroyska landslagnum, er myndin tikin í bussinum á veg til venjing í kvøld.
Í tekstinum skrivar Cristiano Ronaldo ”Klárur til í morgin!”.
Myndin frá uppdateringini hjá Ronaldo sæst omanfyri. Cristiano Ronaldo er heimsins populerasti fótbóltsspælari á teimum sosialu miðlunum. Eingin hevur so nógvar fylgjarar sum hann, og hann verður eisini mettur at vera heimsins størsta fótbólsbrand í løtuni, tá hugsað verður um persónar.