Ronaldo: Eg og Messi hava gjørt hvønn annan betur

Nú heimsins bestu, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki spæla í somu fótbóltsligu er vorðið lættari at umrøða hvønn annan

Teir spæla ikki longur í somu fótbóltsligu, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Messi spælir framvegis við FC Barcelona, Ronaldo spælir nú við italska stórfelagnum, Juventus.

Men kappingin um at verða best av teimum báðum, og kjakið millum miljónatals fjepparar heldur fram um hvør er best av teimum báðum, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi heldur fram.

Í samrøðu við sponsku sjónvarpsstøðina TV1 sigur Cristiano Ronaldo, at harða kappingin millum hann og Lionel Messi hevur gjørt báðar til betri fótbóltsspælarar.

 - Tá Messi sær meg vinna steyp og heiðrar særir tað hann, eins og tað særir meg at síggja Messi vinna steyp og heiðrar, sigur Cristiano Ronaldo.

- Hetta er ein góð rivalisering, ið minnir um rivaliseringina í Formel 1 í gomlum døgum millum Ayrton Senna og Alain Prost. Michael Jordan hevði eisini onkrar rivaliseringar í kurvabólti. Í øllum førum var talan um sunnar rivaliseringar, heldur Cristiano Ronaldo, ið ikki útihýsir, at hann kundi hugsað sær at etið døgurða saman við Lionel Messi onkran dagin.

- Eg havi góð professionel viðurskifti við Lionel Messi, tí vit hava deilt so nógvar stórar løtur á sama palli gjøgnum 15 ár, sigur Cristiano Ronaldo.