Cristiano Ronaldo og Portugal hava í kvøld tryggjað sær atgongumerki at luttaka í HM endaspælinum, sum næsta summar verður í Brasil.
Dysturin í Stockholm gjørdist uppgerð millum heimsstjørnurnar Zlatan Ibrahimovic, sum er liðformaður á svenska liðnum, og Cristiano Ronaldo, sum er liðformaður hjá Portugal.
Tá ið liðini fríggjakvøldið hittust í Portugal, vann heimaliðið 1-0, og Ronaldo skoraði sigursmálið. Í kvøld vann Portugal 3-2. Cristiano Ronaldo skoraði øll tey portugisisku málini, sum hvørt var meiri framúr enn hini.
Zlatan Ibrahimovic skoraði tey bæði svensku málini. Tá ið hann miðskeiðis í 2. Hálvleiki hevði javntað til 2-2 tóktist sviar bæði leikliga og sálarliga at vera omaná. Men so setti Ronaldo tingini upp á pláss, og tað var merkisvert, at Zlatan við lógvabresti fagnaði hinari heimsstjørnuni.
Fyrr í kvøld misti Ísland møguleikan at vera við í HM endaspælinum. Nú Svøríki tapti 3-2 og harvið 4-2 samantalt ímóti Portugal er tað greitt, at einki norðurland verður við í HM endaspælinum í Brasil í juni og juli 2014.









