Politikkur
? Eg meini so avgjørt, at barnsburðarfarloyvið skal økjast til eitt ár, sigur Ronald Poulsen í Sjálvstýrisflokkinum.
? Hetta skuldi ikki verið eitt flokspolitiskt mál, men heldur eitt samt løgting, sum tekur hetta á dagsskránna. Men hinvegin so skal eisini havast í huga, at tá eitt ár er farið eigur ein ansingarmøguleiki at vera at bjóða foreldrunum. Sjálvt um farloyvið verður longt til eitt ár, so loysir tað ikki ansingartrupulleikarnar sum so.
Ronald Poulsen heldur eisini, at páparnir skulu fáa møguleika at fara í farloyvi, og foreldrini eiga at avgera, hvussu hetta skal býtast upp.
Eisini leggur hann afturat, at hetta eigur ikki at koma at ávirka møguligar samgongusamráðingar. Men um ongin samtykt er áðrenn samgongusamráðingarnar, eigur hetta heilt avgjørt at verða tikið við.










