Romney stavnin framman fyri Obama

Í USA vísir ein nýggj meiningakanning, at republikanski avbjóðarin, Mitt Romney, hevur tikið seg fram um Barack Obama, forseta í kappingini um veljararnar.

Kanningin, sum New York Times almannakunnger, vísir, at hevði forsetaval verið í dag, hevði Romney fingið 45 prosent av atkvøðunum, og Obama hevði fingið 43 prosent.

Sama kanning vísir, at 55 prosent av amerikanarunum eru misnøgdir við búskaparpolitikkin hjá Obama-stjórnini. 39 prosent siga, at tey eru nøgd við avgerðir forsetans á búskaparøkinum.

Politiskir serfrøðingar siga, at tað verður avgerandi fyri undirtøkuna hjá Obama, um tað eydnast honum at fáa tak á arbeiðsloysinum ella ikki.